Breddin: Málsræði, tunlar og ES

Breddin: Málsræði, tunlar og ES
Trý evni vera í Breddanum í dag
Danski forsætisráðharrin og løgmaður hava samráðst um tvørgangandi lóggávu, tí danir vilja leggja fjarskiftisnetið undir trygdarmál
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.06.2020 - 11:57

Ber til hjá dønum at yvirtaka eitt málsøki, ið føroyingar frammanundan hava ræðið á?

Spurningurin er vorðin aktuellur, eftir at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava samráðst um at gera tvørgangandi lóggávu, tí danir vilja leggja fjarskiftisnetið undir trygdarmál.

Tað vil siga eitt mál, sum í løtuni er føroyskt málsøki, undir eitt málsøki, ið danir ráða yvir.

Vit viðgera málið saman við politikarum, serfrøðingum og politiskum viðmerkjara

Tunlaraðfesting

Samgongan hevur higartil raðfest, at tunlarnir Norður um Fjall eru teir næstu í røðini eftir Hvalbiartunnilin. Men røddir, bæði í samgongu og andstøðu, eru javnan frammi, um heldur at framskunda tunnilin til Fámjins.

Ber yvirhøvur til at broyta raðfestingina nú? Politiskt kjak verður í útvarpsstovuni.

ES eftir korona

Mangt bendir á, at tað ringasta av korona-farsóttini er hæsað av í Evropa. Men fíggjarligu avleiðingarnar av at steingja landamørk, steðga flutningi og stórum hjálparpakkum til vinnulív og løntakarar, setir aðrar avbjóðingar til londini í evropeiska samstarvinum.

Vit tosa við Elina Mortensen, sendikvinnu Føroya í ES, um avbjóðingarnar sum limalondini mugu loysa.

Breddin í útvarpinum í dag klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774