Nólsoy vetrarfriðað

Nólsoy vetrarfriðað
Arbeiðið, at vetrarfriða oynna, er nú loksins komið á mál
 
05.06.2020 - 14:54

Øll Nólsoyggin verður vetrarfriðað í ár. Tað varð endaliga avgjørt á borgarafundi í Nólsoy í gjárkvøldið, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Arbeiðið, at vetrarfriða Nólsoy, byrjaði í 2005. Tað var fyri í býráðnum fyri trimum árum síðan, tá peningur varð settur av til endamálið, og málið varð avgreitt í gjár.

Seyðurin er farin av bønum og nú verður stikað og rulluportur sett í og nakað verður hegnað aftrat, og so er Nólsoyggin endaliga vetrarfriðað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. juli
Guðstænasta í Skála kirkju
194405
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Nýggjastu sendingar í SV