– Nýta tíðina, sum er neyðug

– Nýta tíðina, sum er neyðug
Semingsmenninir sita framvegis á fundi við arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag, í eini roynd at fáa semju um nýggjan sáttmála
 
05.06.2020 - 12:12

Fundurin byrjaði klokkan 10 fyrrapartin. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at endamálið við fundinum er at finna eina semju, men hann viðgongur at støðan er trupul.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, vil ikki siga nakað um, hvat arbeitt verður við, men roynt verður at fáa partarnar at finna semju, sigur hann.

Sita so leingi, tað krevst

Semingsmenninir løgdu eitt semingsuppskot fyri partarnar fyrrakvøldið, men tá partarnir skuldu svara á middegi í gjár, vildi hvørgin parturin taka undir við semingsuppskotinum í verandi líki.

Partarnir tosaðu saman seinnapartin í gjár, og samdust um at hittast aftur í dag. Sáttmálarnir vórðu longdir til á miðnátt í gjárkvøldið, men so leingi sum partarnir tosa saman, verður hvørki verkfall ella verkbann lýst.

Vit fara at royna at finna eina semju, og nýta ta tíð sum er neyðug, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118