Lars Olsen koyrdur sum venjari í Esbjerg

Lars Olsen koyrdur sum venjari í Esbjerg
Spælararnir kravdu, at hann skuldi sigast úr starvi, og tað eftirlíkaði leiðslan
Spælararnir høvdu ikki álit á Lars Olsen, sum nú er givin sum venjari í Esbjerg
 
09.06.2020 - 10:15

Fyrrverandi føroyski landsliðvenjarin, Lars Olsen, er sagdur úr starvi, sum venjari í Esbjerg.

Tað boðar felagið frá í morgun. 

Spælararnir, sum Lars Olsen hevur havt ábyrgdina av, hava ikki álit á Lars Olsen. Tað gjørdist púra greitt sunnukvøldið, tá Esbjerg hevði tapt ímóti 1-3 ímóti OB í Odense.

Mánadagin kravdi hópurin, at Lars Olsen varð sagdur úr starvi, og tað játtaði leiðslan í Esbjerg.

14 dystir

Lars Olsen hevur verið venjari hjá Esbjerg í 14 dystum. Hann tók við starvinum stutt eftir, at hann gavst sum landliðsvenjari hjá føroyska landsliðnum. 

Og tað hevur ikki gingið serliga væl hjá honum í Esbjerg. Tveir sigrar, tríggir javnleikir og sjey tap var úrtøkan eftir 12 dystir í Superliguni. 

Esbjerg, sum stríðist við at lívbjarga sær í bestu donsku fótbóltsdeildini, hevur ikki kunngjørt, hvør tekur við eftir Lars Olsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 13. november
Dansival - gestur Hallur Syderbø
183593
Mikudag 13. november
Góðan morgun Føroyar
183570
Mánadag 11. november
Við Tórði á túri í Koltri (3:3)
183428
Mánadag 11. november
Norðurljóð: Oddur Joensen um SunnGiFU
183240
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. november
Kommunuval 2024
183542
Mánadag 11. november
3-2 (11. november 2024)
183443
Sunnudag 10. november
Guðstænasta úr Christianskirkjuni
183390
Sunnudag 10. november
Undansending: Ukraina - Føroyar
183391