LS skal brúka 12 mió. kr. aftrat í ár

LS skal brúka 12 mió. kr. aftrat í ár
Pengarnir eru við í uppskotinum um eykajáttan, sum er í Fíggjarnevndini í løtuni
Landssjúkrahúsið hevur eisini biðið um eykajáttan
 
16.06.2020 - 09:45

Landssjúkrahúsið skal brúka 12,2 mió. kr. afturat til vanligan rakstur í ár.

Pengarnir eru við í uppskotinum um eykajáttan, sum er í Fíggjarnevndini í løtuni.

Fíggjarnevndin spurdi Heilsumálaráðið um hesar pengar.

Sáttmálar kosta eyka

Sáttmálar, sum eru gjørdir eftir, at fíggjarlógin fyri 2020 varð samtykt, kosta sjey milliónir krónur. Millum annað er lønarstigin broyttur í sáttmálum.

Seks milliónir krónur kostar sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingarnar, 420.000 kr. krevur sáttmálin við Starvsmannafelagið, og sáttmálin við Serlæknafelagið kostar 510.000 kr. eyka. 4,1 millión skal brúkast til millum annað heilivág og rannsóknir í kanningarstovum.

Trýstið á kommunulæknavaktina 1870 á Landssjúkrahúsinum er vaksið nógv meira, enn mett varð. Neyðugt er at seta fleiri fólk, og brúk er fyri 1,1 millión aftrat..


  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844