Breddin: Neyðtøkutilbúgving, koronugransking og 5G

Breddin: Neyðtøkutilbúgving, koronugransking og 5G
Trý evni vera í sendingini í dag
Ríkisfelagsskapurin varpar ljós á 5G-tøknina
 
17.06.2020 - 13:06

Gongd verður nú sett á at skipa eina neyðtøkutilbúgving. Tað sæst í einum svari frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, til ein §52a fyrispurning hjá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Men hvussu fer ein slíkt tilbúgving at hjálpa teimum, ið hava verið fyri neyðtøku, og kann hon eisini hjálpa til at lyfta próvbyrðina í neyðtøkumálum.

5G

Er 5G partur av týdningarmikla undirstøðukervinum?

Tað var høvuðsspurningurin á eini ráðstevnu, ið Altinget skipaði fyri saman við kinesisku fyritøkuni, Huawei, í gjár.

Vit hyggja nærri at málinum, ið fyllir alsamt meira í ríkisfelagsskapinum.

Gransking og korona

Síðan korona kom til Føroya, hava fleiri granskarar fingið játtanir til granskingarverkætlanir, ið hava samband við farsóttina.

Og í dag fæst innlit í nakrar av verkætlanunum, tá ið Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri ráðstevnu, har seks granskarar vera við.

Men hvat hava vit lært av koronu, hvat hava vit gjørt rætt, og hvat kann hendan vitanin brúkast til?

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774