Meira enn 10 milliónir fólk smittað

bannari
Meira enn 10 milliónir fólk smittað
Almenna talið á fólki, sum hava fingið staðfest COVID-19 er nú farið upp um tær 10 milliónirnar
Fleiri enn 2,5 milliónir fólk í USA hava nú fingið staðfest COVID-19, og 125.539 fólk í landinum eru deyð av smittuni
 
28.06.2020 - 12:57

Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá John Hopkins University, ið skrásetir tøl frá heilsumyndugleikunum í øllum heiminum, sambært BBC News.

Flestu COVID-19 tilburðirnir eru skrásettir í USA. Har hava meira enn 2,5 milliónir fólk higartil fingið staðfest smittuna, vísa nýggjastu tølini.

Talið á deyðum nærkast 500.000

Hini londini á topp 10 listanum, har nógvir tilburður eru staðfestir, eru Brasil, Russland, India, Stóra Bretland, Peru, Kili, Spania, Italia, Iran og Meksiko.

Líkt er eisini til, at samlaða talið á fólki í heiminum, sum eru deyð av COVID-19, seinnapartin fer upp um eina hálva millión, skrivar BBC News.

Higartil eru 499.296 fólk í øllum heiminum deyð av COVID-19, vísir nýggjasta uppgerðin hjá John Hopkins University. Í Føroyum er eingin deyður av smittuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010