Váðasteinur sleipaður til lands

Váðasteinur sleipaður til lands
Fiskiskipið fekk maskinskaða, tá skipið var á fiskileið vestan fyri Føroyar seinnapartin í gjár
Brimil kom í morgun á Havnina við Váðasteini, sum fekk maskinskaða seinnapartin í gjár
Mynd: Privatmynd: Sverri Steinhólm  
 
28.06.2020 - 08:54

Brimil kom í morgun á Havnina við Váðasteini, sum fekk maskinskaða, tá skipið var á fiskileið vestan fyri Føroyar, sigur vakthavandi hjá Vørn.

Váðasteinur var staddur umleið 30 fjórðingar í útnyrðing úr Mykinesi, tá skipið um fýra tíðina seinnapartin í gjár mátti biðja um hjálp, tí girið var gingið fyri.

Brimil var hjá skipinum klokkan 20 í gjárkvøldið, og tey bæði skipinu komu á Havnina klokkan seks í morgun, upplýsir vakthavandi hjá Vørn.

Skipið hevði sett línu, tá tað mátti biðja um hjálp í gjár, so tann línan stendur í sjónum enn. Váðasteinur varð bygdur á Tórshavnar skipasmiðju í 1977, sambært Teyggjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040