Samd um nýggjan sáttmála

Samd um nýggjan sáttmála
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.06.2020 - 13:19

Sáttmálin gekk út 1. oktober í fjør. Síðan tá hava partarnir verið á fimm fundum, og í morgun skrivaðu tey undir semju um nýggjan sáttmála.

Búskaparligu framtíðarútlitini eru óviss í kjalarvørrinum av COVID-19, og tí avgjørdu partarnir at gera eitt árs sáttmála. 

Sáttmálin verður sostatt galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober 2019 til 1. oktober ár. Nýggi sáttmálin byggir á lønarhækking í krónum.

Handverkarar, ið eru á stigunum 1-27 fáa 795 krónur oman á mánaðarlønina, meðan handverkarar, ið eru á stigunum 28-40 fáa 595 krónur oman á mánaðarlønina, skrivar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í fráboðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672