Útbúgva fleiri sjúkrarøktar- og námsfrøðingar

Útbúgva fleiri sjúkrarøktar- og námsfrøðingar
Ætlanin er at útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar og námsfrøðingar í Føroyum
 
01.07.2020 - 10:47

Fróðskaparsetrið ætlar at lata tíggju fleiri um árið læra sjúkrarøktarfrøði. Ætlanin er at taka inn 20 næmingar um summarið og 20 um veturin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Hann hevur svarað Beini Johannesen, løgtingsmanni, sum spurdi um tøk pláss í miðnámi, yrkisúbúgvingum og hægri útbúgvingum.

Eisini er ætlanin at útbúgva fleiri námsfrøðingar, 48 um árið tilsamans, svarar Jenis av Rana. Í yrkisnámi eru 250 næmingar tiknir upp í ár. Á Glasi og í Tekniska skúla í Klaksvík er fult.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. juli
Guðstænasta í Skála kirkju
194405
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Nýggjastu sendingar í SV