Makrelkanningarnar byrjaðar

Makrelkanningarnar byrjaðar
Seks skip taka lut í altjóða kanningunum, sum lýsa vistskipanina hjá makrelinum í Norðurhøvum
Tróndur í Gøtu og íslendska rannsóknarskipið Árni Friðriksson byrjaðu makrelkanningar í gjár
 
03.07.2020 - 11:24

Árligu makrelkanningarnar eru byrjaðar. Talan er um eina stóra altjóða felagskanning, sum miðar eftir at lýsa vistskipanina við serligum denti á makrel í Norðurhøvum í juli, skrivar Havstovan. 

Talan er um eina yvirlitstroling eftir makreli, umframt ekkókanningar av sild og svartkjafti.  Umhvørviskanningar verða eisini gjørdar at máta hita, salt og nøgdina av djóraæti í sjónum.

Byrjaðu í gjár

Høvuðsendamálið er at fáa til vega vísital fyri makrelstovnin, ið skal nýtast til stovnsmetingarnar seinni í summar. Seks skip eru við í kanningunum. Íslendska rannsóknarskipið Árni Friðriksson og Tróndur í Gøtu byrjaðu í gjár.

Komandi dagarnar byrja trý skip afturat, eitt í Norðsjónum og tvey í Norskahavinum. Sætta skipið fer at gera kanningar í grønlendskum øki seinni í mánaðinum.

Á heimasíðuni hjá Havstovuni, hav.fo, ber til at síggja hvar skipini eru stødd, og hvussu langt tey eru komin við kanningunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. juli
Guðstænasta í Skála kirkju
194405
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Nýggjastu sendingar í SV