Avstralia steingir landslut

bannari
Avstralia steingir landslut
Landið hevur stongt mørkini til landsins størsta landslut, New South Wales
Løgreglan kannar bilar, ið skulu inn í Melbourne. Myndugleikarnir í New South Wales steingja nú mørkini til landslutin
Mynd: AP (03.07.2020)  
 
06.07.2020 - 07:58

Hetta hendir eftir, at talið av fólkum, sum eru smittað við koronu, aftur er farið at vaksa í Avstralia, skriva altjóða miðlar í morgun.

Tað er serliga í landslutinum Victoria, sum er grannalandsluturin hjá New South Wales, har vøksturin er stórur, og tað hevur fingið myndugleikarnar í New South Wales at stongja mørkini. 

Hægsta talið av smittaðum í ein dag

Í Melbourne, sum er næststørsti býurin í Avstralia, hava myndugleikarnir staðfest 127 nýggjar koronutilburðir í morgun. Hetta er hægsta talið av smittaðum, sum eru skrásett í ein dag, síðan koronufarstóttin breyt út.  

Vaksandi talið av smittaðum hevur havt við sær, at myndugleikarnir hava sett 30 forstaðir til Melbourne og harvið 300.000 fólk í sonevnt "lockdown" seinastu vikuna í eini roynd at forða koronusmittuna í at breiða seg út.

Harumframt eru næstan 200.000 fólk blivin kannað fyri smittuna í raktu økjunum. Hetta er fyrstu ferð síðani umfarmssóttin byrjaði at ganga, at New South Wales hevur stongt síni mørk fyri grannalandslutum í Avstralia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527