USA framvegis meint rakt

bannari
USA framvegis meint rakt
Bara í Florida vórðu skrásettir 11.000 nýggir COVID-19 tilburðir í gjár
Heilsustarvsfólk gera COVID-19 kanningar í eini koyr-inn-kanningarstøð í Franklin, Tennesssee
Mynd: AP (02.07.2020)  
 
06.07.2020 - 11:21

Korona heldur fram við at gera um seg kring heimin. Serliga í USA. Bara í Florida vórðu í gjár skrásettir 11.000 nýggir tilburðir, og tað er met hjá einum einstøkum stati. 

Brasil er beint í hølunum á USA, tá tað ræður um koronutilburðir og deyð av koronu. Har er talið av koronutilburðum farið upp um 1,6 milliónir fólk.

India er eisini hart rakt av koronu. Í gjár vórðu 24.850 nýggir tilburðir staðfestir, og tað er tað mesta, ið er staðfest í landinum í ein dag. 

Hetta hendir samstundis sum avstralski landsluturin Victoria hevur stongt mørkini og sent 300.000 fólk í sóttarhald, samstundis sum fleiri hundraðtúsund fólk verða kannað, tí talið av smittaðum veksur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444