Biden vælumtóktur í veljarakanningum

Biden vælumtóktur í veljarakanningum
Amerikanski forsetin Donald Trump hevur torført við veljaratekkinum í trimum statum, har hann vann á forsetavalinum í 2016
 
13.07.2020 - 07:42

Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden, liggur seks prosentstig framman fyri Donald Trump í Florida, sum er ein av statunum, ið Donald Trump vann á valinum í 2016.

Í Arisona stendur á jøvnum, men tað vekir ans, at Donald Trump bara liggur eitt prosentstig framman fyri Joe Biden í Texas, sum vanliga er ein sterkur republikanskur statur.

Texas kann verða ein stórsigur fyri Biden

Tað er YouGov, ið hevur gjørt veljarakanningina fyri amerikansku sjónvarpsstøðina, CBS News.

Sambært eygleiðarum kann tað gerast ein stórsigur fyri Joe Biden, um tað veruliga verður soleiðis, at veljararnir í Texas hesaferð velja demokratiska flokkin.

Donald Trump hevur enn ikki viðmerkt nýggjastu veljarakanningina, men Jason Miller, sum arbeiðir sum ráðgevi fyri Trump í valstríðnum, skrivar á Twitter, at veljarakanningin frá CBS og YouGov er falstíðindi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483