Sølan minni enn helvtina

bannari
Sølan minni enn helvtina
Atlantic Airways hevur góðar vónir, hóast sølan hjá flogfelagnum er minkað niður í helvtina síðani mars, tá korona tók seg upp
Enn er óvist, um Atlantic Airways noyðist at siga enn fleiri fólkum úr starvi, nú sølan bara er 40-50 prosent av tí, felagið annars hevði roknað við
 
19.07.2020 - 17:24

Vit selja í løtuni bara 40-50 prosent av ti, sum er vanligt hjá okkum hesa árstíðina, men vit hava kortini góðar vónir til hesar næstu mánaðirnar.

Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Felagið hevur síðstu tríggjar mánaðirnar sagt nógvum fólkum úr starvi, og hóast sølan bara er ein part av tí, hon vanliga er hesa tíðina, er stjórin hjá Atlantic Airways bjartskygdur.

Umsetningurin hjá okkum er nógv ávirkaður, og alt er óvist í løtuni, men vit hava lagað okkum til hesa broyttu støðuna, sigur Jóhanna á Bergi.

Óvist um fleiri uppsagnir koma

Enn ber ikki til at siga, um føroyska flogfelagið noyðist at siga enn fleiri fólkum úr starvi, nú virksemið bara er ein part av tí, felagið annars hevði roknað við.

Tað er trupult at meta um í løtuni. Eg haldi, vit hava gjørt tær sparingarnar, ið skulu til, sigur Jóhanna á Bergi.

Tað er ikki bara á teimum vanligu rutunum, at sølan hjá Atlantic Airways er minkað nógv síðstu tíðina. Tað er eisini langt millum leigutúrarnar í hesum døgum.

Vit flúgva so at siga ongar leigutúrar í løtuni. Bara onkran hendingatúr nú og tá, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071