Tríggir nýggir tilburðir

bannari
Tríggir nýggir tilburðir
Ein familja, sum kom til Føroya við flogfari í gjár, fekk staðfest koronu, tá hon kom til landið
 
19.07.2020 - 14:00

Tríggir tilburðir av koronu eru staðfestir í Føroyum. Tað boðaðu heilsumyndugleikarnir frá fyri lítlari løtu síðani. Í løtuni eru trý fólk staðfest smittað.

Tað upplýsir landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk, á heimasíðuni, corona.fo. Teir tríggir tilburðirnir vórðu staðfestir á flogvøllinum í gjár.

Talan er um eina útlendska familju, sum kom við sama flogfari til Føroya. Øll trý eru nú avbyrgd, og landslæknin er byrjaður at smittuspora.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026