23 koronatilburðir umborð á russiskum skipi

bannari
23 koronatilburðir umborð á russiskum skipi
- Ongin av manningini hevur verið í landi, sigur landslæknin
 
25.07.2020 - 18:15

23 av teimum sum vóru kannaðir fyri koronu, umborð á russiska skipinum Karelia, hava koronasmittuna.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, í dag.

Bert 30 av manningini, sum telur 77, vóru kannað fyri koronasmittu, men av teimum høvdu 23 smittuna.

Lars Fodgaard Møller leggur tó dent á, at ongin av manningini av Kareliu hevur verið í landi í Føroyum. Hetta er eisini eftir strongum boðum frá reiðarínum.

Fyrradagin var ein av manningini umborð á Kareliu innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús, við lungnabruna. Hetta vísti seg tó í gjár at vera koronusmitta, og tá varð persónurin fluttur á Landssjúkrahúsið. Í gjárkvøldið varð ein av manningin aftrat innlagdur á koronudeildina á Landssjúkrahúsinum

Í gjár vórðu kanningar gjørdar av einum parti av manningini, og hon vísir sostatt, at 23 av teimum 30 kannaðu, høvdu koronasmittuna.

Nýggjastu koronuhagtølini vísa sostatt, at tað nú eru 214 fólk smittað við koronu í Føroyum. Tá er smittaða manningin umborð á Kareliu tald við. Tilsamans eru 32.453 kanningar gjørdar, 188 fólk eru vorðin frísk aftur og tvey eru innløgd á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053