Skriðulop á gamla Viðareiðisvegnum

Skriðulop á gamla Viðareiðisvegnum
Fólk boðaðu frá, og Landsverk ruddaði vegin
 
27.07.2020 - 09:23

Eitt skriðulop var á gamla Viðareiðisvegnum í gjárkvøldið.

Skriðulopið var so mikið umfatandi, at fólk boðaðu løgregluni frá um nátturðatíð í gjárkvøldið. Landsverk varð boðsent at rudda vegin, og tað varð gjørt beinanvegin.

Landsverk sigur, at tá ið tað hevur verið turt leingi, og tað so fer at regna illa, eru javnan skriðulop í ávísum økjum í landinum.

Vanligt er eitt nú, at skriðulop er á gamla Viðareiðisvegnum, í Kaldbaksbotni og á Oyggjarvegnum, sigur Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537