Vænta at skuldin lækkar aftur næsta ár

Vænta at skuldin lækkar aftur næsta ár
Ratingfyritøkan, Moody's, væntar, at skuldin hjá landskassanum lækkar longu næsta ár, hóast skuldin veksur í ár
 
04.08.2020 - 07:49

Føroyar varðveita sítt kredittvirði hjá ratingfyritøkuni Moody´s. Tað er greitt, eftir at fyritøkan í juni hevði netfundir við landsstýrið, andstøðuna og landsbankan.

Í gjár gjørdi Moody´s greitt, at Føroyar varðveita sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

Føroyar hava sostatt triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody´s, sum hevur 21 stig. Onnur lond, sum hava sama kredittvirði sum Føroyar, eru Frakland og Bretland.

Vænta skuldin lækkar í 2021

Hóast skuldin hjá landskassan veksur í ár, í kjalarvørrinum av COVID-19, væntar Moody´s, at skuldin lækkar aftur longu næsta ár.

Landsstýrið tók í mai mánaði umleið tríggjar milliardir krónur í lán. Helvtin av upphæddini fór til at rinda aftur lán, sum fall til gjaldingar 11. juni.

Hin parturin, 1,6 milliardir krónur, skal nýtast at fíggja eitt væntað hall á fíggjarlógini í ár og næsta ár. Sostatt er lánsbrævaskuldin hjá landskassanum vaksin 1,6 milliardir krónur í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (3:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050