Hongkong: Kendur stríðsmaður tikin

Hongkong: Kendur stríðsmaður tikin
Fjølmiðla- og ríkmaðurin, Jimmy Lai, er skuldsettur fyri at samstarva við útlendsk áhugamál
Jimmy Lai, sum er kendur fyri at stríðast fyri fólkaræðinum, er handtikin í Hongkong
Mynd: AP  
 
10.08.2020 - 07:17

Ein av kendastu stríðsmonnunum fyri fólkaræði í Hongkong, Jimmy Lai, er tikin. Hann er skuldsettur fyri at samstarva við útlendsk áhugamál, skrivar tíðindastovan Reuters.

Jimmy Lai er tikin eftir trygdarlógini, sum varð sett í gildi í Hongkong tíðliga í summar. Einki verður kortini sagt um, hvørji útlendsk áhugamál talan er um.

Ein kelda í løgregluni váttar, at Jimmy Lai er tikin, og hann er skuldsettur fyri at samstarva við útlendsk áhugamál og fyri svik.

Leingi verið í stríð við myndugleikarnar 

Higartil hevur løgreglan í Hongkong tikið sjey fólk, sum hava skipað fyri mótmælum, síðani trygdarlógin varð sett í gildi í Hongkong.

Ríkmaðurin, Jimmy Lai, eigur fjølmiðlafyritøkuna, Next Digital. Hann hevur leingi verið í stríð við kinesisku myndugleikarnar, sum hann sigur køva alt fólkaræði í Hongkong.

Eftir at trygdarlógin varð sett í gildi í mai, segði hann við Reuters, at hann fór at verða verandi í Hongkong, og stríðast fyri demokratisku rættindunum, hóast hann var í vanda fyri at verða tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483