Besta liðið hjá B36 rakt av koronu

bannari
Besta liðið hjá B36 rakt av koronu
Dysturin, liðið skuldi spæla í kvøld, verður ikki spældur, nú ein í leiðarahópinum hevur fingið staðfest smittuna
Koronusmittan er staðfest í B36-hópinum
Mynd: Savnsmynd  
 
12.08.2020 - 06:42

Dysturin millum Skála og B36, í Betri deildini hjá monnum, sum skuldi verða í kvøld, er útsettur. Tað skrivaðu bæði Skála og B36 í gjárkvøldið.

Orsøkin er, at ein í B36 hópinum hevur fingið staðfest koronusmittu. Undan hesum umfarinum kravdi Fótbóltssambandið, at øll liðini hjá feløgunum vórðu kannað fyri koronu

Tað er ein av hesum kanningunum, sum nú hevur víst, at ein í leiðarahópinum hjá B36 er smittaður. Tað skrivar B36 á heimasíðuni.

B36 skrivar, at umstøðurnar kring tilburðin nú verða kannaðar og at felagið er í tøttum samskifti við landslæknan og Fótbóltsambandið. Í fyrsta umfari skal allur hópurin kannast umaftur í morgun.

Rætting: Í undiryvirskriftini stóð fyrst, at tað var ein spælari, sum var smittaður. Hetta er nú rættað til ein í leiðarahópinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161