P/f Wenzel átalu fyri skeiva marknaðarføring

P/f Wenzel átalu fyri skeiva marknaðarføring
Brúkaraumboðið hevur verið eftir bilsøluni í einum máli um langtíðarleigu av bilum
Ein lýsing um at langtíðarleiga bilar hjá bilasøluni var ikki nóg neyv, sigur Brúkaraumboðið
Mynd: wenzel.fo  
 
13.08.2020 - 07:01

Brúkaraumboðið heldur, at bilasølan P/f Wenzel breyt lógina um marknaðarføring og hevur boðað bilasøluni frá tí.

Bilasølan sigur, at hon visti ikki, at lógin var brotin, men hevur lovað at halda lógina í framtíðini. Talan er um lýsing um langtíðarleigu, ella leasing.

Samlaði kostnaðurin ikki upplýstur

Brúkaraumboðið vísti á, at í lýsingini sást bara, at útgjaldið var ein króna, og mánaðargjaldið stóð við munandi minni tølum enn útgjaldið. Í triðja lagi var allur kostnaðurin fyri at langtíðarleiga bilin ikki upplýstur.

Brúkaraumboðið sigur, at sambært lógini um marknaðarføring skulu týðandi upplýsingar í lýsingum ikki leggjast burturúr. Lýsingar eiga heldur ikki at vera villleiðandi. 

Allar upplýsingar um vøruna skulu vera eins týðiligar, hevur P/f Wenzel fingið at vita frá Brúkaraumboðnum, sum leggur dent á, at bilasølan heldur marknaðarføringarlógina. Og tað hevur P/f Wenzel lovað at gera.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401