Skúlarnir byrja aftur: Her eru almennu tilmælini

bannari
Skúlarnir byrja aftur: Her eru almennu tilmælini
7.321 børn í Føroyum skulu (aftur) í skúla týsdagin. Her eru almennu tilmælini hjá heilsu- og skúlamyndugleikunum
Ymiskar tillagingar eru gjørdar í skúlaverkinum, nú næmingarnir byrja skúlagongdina aftur fyri at fyribyrgja koronusmittuni
 
13.08.2020 - 07:37

Tað er umráðandi, at almennu tilmælini verða fylgd, og tí verða ymiskar tillagingar gjørdar fyri at fyribyrgja smittuspjaðing í skúlunum.

Tað sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið, nú meira enn 7.000 børn skulu í skúla. Nøkur aftur, og nøkur onnur fyri fyrstu ferð.

Ítøkiliga merkja hesar tillagingar í føroysku fólkaskúlunum millum annað fyri øll tey 7.321 børnini í Føroyum, at:

undirvísingin verður skipað í vanligu flokkunum, og miðað verður eftir at halda allar flokkarnar atskildar, soleiðis at næmingarnir bara eru saman við næmingunum í sínum egna flokki

ongar stórar samkomur vera, so sum morgunsangur, og fríkorterini verða skipað øðrvísi enn vanligt

greiðar mannagongdir eru viðvíkjandi reinføri í skúlunum

foreldur verða biðin um ikki at koma inn í skúlan við sínum børnum

miðað verður eftir, at koronukanningar verða gjørdar av lærarunum, áðrenn skúlagongdin byrjar

Fylgt verður væl við, hvørjar heilsufakligar tilráðingar eru, og neyðug tiltøk verða sett í verk út frá hesum, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið

Væntast skal, at møguligar tillagingar í sambandi við skúlagongd og undirvísing verða gjørdar, alt eftir, hvar koronasmittan ger um seg, sigur aðalráðið.

 >> SÍ EISINI Fólkaskúlin byrjar aftur týsdagin

Um til dømis nógv smitta ger um seg á einum ávísum stað, skal skúlin á staðnum ella ávísur flokkur hava møguleika at tillaga skúlagongdina.

Hetta verður gjørt fyri at tryggja góða undirvísing og samstundis at forða fyri smittuspjaðing, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444