Umrøða ætlanina at skilja netið frá

Umrøða ætlanina at skilja netið frá
Borgarstjórarnir hava í næstu viku fund um ætlanina hjá landsstýrinum at skilja netið hjá SEV frá øðrum virksemi hjá SEV
 
14.08.2020 - 07:19

SEV verður eisini á fundinum, stendur í fundarboðunum 17. juli til teir 29 borgarstjórarnar. Landsstýrið ætlar í seinasta lagi 31. desember næsta ár at stovna eitt sjálvstøðugt interkommunalt lutafelag

Lutafelagið skal hava loyvið til netvirksemi, tað loyvið, sum SEV hevur nú. Landsstýrið skal góðkenna viðtøkurnar hjá lutafelagnum.

Sambært tí, landsstýrið ætlar, skulu nevndarlimir og leiðsla í netfelagnum ikki samstundis hava sæti í nevnd ella stjórn hjá elframleiðslufelagi ella øðrum felagi, sum hevur vinnulig áhugamál á elveitingarøkinum.

Finnast at landsstýrismanninum

Netfelagið skal ikki eiga, ella sjálvt vera ogn hjá feløgum, sum gera ella selja elorku. Kommunufelagið sigur, at tað kann als ikki góðtakast, at hetta arbeiðið verður gjørt uttanum kommunurnar, sum eiga SEV.

Í fundarboðunum til fundin fyrrapartin, skrivar Kommunufelagið, at landsstýrismaðurin, Helgi Abrahamsen, av sínum eintingum hevur fyrireikað lógaruppskot uttanum kommunurnar.

Hetta lógaruppskot fer grundleggjandi at broyta fyritreytirnar hjá SEV at virka. Vit meta hetta sum eitt álvarsmál, sum kommunurnar eiga at umrøða innanhýsis, stendur í fundarboðunum.

Fundurin skuldi verða í morgun, men hann er fyribils útsettur til næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Orknleikir '25 #3
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550