Manna nýtt lið til dystin móti KÍ

bannari
Manna nýtt lið til dystin móti KÍ
Spælarar á fyrsta liði og kanska nakrir ungdómsspælarar í Slovan Bratislava koma við flogfari til Føroya
Ivan KMotrík, yngri, er formaður í Slovan Bratislava
 
19.08.2020 - 15:58

Slovakiska felagið, Slovan Bratislava, ætlar sær at manna lið til Champions League-dystin móti KÍ fríggjakvøldið. 

Tað boðar felagið frá á heimasíðu felagsins. 

Ætlanin hjá felagnum er at flúgva spælarar á fyrsta liði, ið ikki vóru við í upprunaliga ferðaliðnum, til Føroyar at spæla dyst. Møguliga verða eisini nakrir ungdómsspælarar við í nýggja hópinum, skrivar felagið. 

Harumframt fer felagið at royna at loysa teir spælarar, sum longu eru í Føroyum, úr sóttarhaldinum, so at teir fáa spælt fríggjakvøldið.

Finst at føroyskum myndugleikum

Í viðmerking til heimasíðuna, sigur Ivan Kmotrík, yngri, formaður í felagnum, at hann er fegin um, at UEFA hevur gjørt sítt til, at dysturin verður spældur, hóast lokalir myndugleikar hava roynt at forðað fyri tí.

- Hetta er ein sera løgin støða, tí sambært mannagongdunum hjá UEFA kunnu vit spæla dystin. Men lokalir myndugleikar royna tað, teir kunna, at steðga dystinum. Vit eru fegnir um, at vit enn hava ein kjans, og fríggjadagin fara vit at stríðast fyri at koma víðari. Vit vænta, at alt fer fram í rætta ítróttarandanum, og at hetta verður avgjørt á vøllinum, sigur formaðurin í felagnum. 

13 nýggir spælarar

Sambært formannnum er ætlanin at gera 13 nýggjar spælarar klárar til dystin, men ein roynd eisini verður gjørd at brúka teir spælarar, ið longu eru í Føroyum. 

- Vit hava fylgt mannagongdunum hjá UEFA og hava 18 spælarar í Føroyum, ið eru staðfestir negativir tvær ferðir á rað. Tí royna vit nú at kanna teir eina ferð aftrat, so at teir kunnu loysast úr sóttarhaldi og spæla í dystinum fríggjadagin. Tað fara vit at royna, men vit mugu vera klárir til allar hugsandi støður, og hava tí riggað eitt flogfar til við einum øðrum bólki av spælarum, ið koma úr Bratislava, sigur Ivan Kmotrík, yngri, formaður í Slovan Bratislava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858