Eingin koronu tilburður í tveir dagar

Eingin koronu tilburður í tveir dagar
Kanningarnar frá fríggja- og leygardegnum vísa, at eingin hesar dagarnar hevur koronu
 
23.08.2020 - 15:11

Eingin korona tilburður hevur verið staðfestur seinastu tveir dagarnar, tað vísa nýggjastu tølini frá landslæknanum.

Talan er um kanningarnar frá fríggja- og leygardegnum, sum nú eru liðugt greinaðar við tí úrsliti, at eingin staðfest smitta er. 

Fríggjadagin vórðu 1.590 kanningar gjørdar, og í gjár vórðu 727 kanningar gjørdar. Í alt eru nú 84.308 kanningar gjørdar.

Rættingar eru gjørdar í samlaða talinum av staðfestum tilburðum. Tríggir staðfestir tilburðir frá 18. august eru greinaðir umaftur, og hesir eru nú at rokna sum negativir. Tí minkar samlaða talið av staðfestum tilburðum í Føroyum við trimum.

Tilsamans hava tí 381 fólk fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum. 326 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru 55 persónar smittaðir í løtuni.

Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronu smittuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482