Hallið í ár verður 500 til 800 mió. kr.

Hallið í ár verður 500 til 800 mió. kr.
Tað er torført at gera uppskot til fíggjarlóg fyri næsta ár, sigur landsstýrismaðurin í figgjarmálum
Í Fíggjarmálaráðnum arbeiða tey við fíggjarlógini fyri næsta ár, sum verður løgd fyri tingið seinast í hesum mánaðinum
 
11.09.2020 - 17:02

Landsstýrið hevur í tveir dagar m.a. umrøtt uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár á Hotel Brandan í Havn.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til uppskotið enn, men hann viðgongur, at tað er torførari at gera eitt uppskot í ár, enn vanligt hevur verið, tí inntøkurnar eru nógv minkaðar.

Hansara meting er, at hallið á fíggjarlógini fyri í ár verður millum 500 og 800 milliónir kr.

Og gongdin fer eisini at merkjast næsta ár, og tí er torført at gera uppskotið.

Arbeiðið við fíggjarlógini heldur fram næstu dagarnar, og uppskotið verður lagt fyri løgtingið seinast í september, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444