Grønlendingar fáa eisini nýtt havrannsóknarskip

Grønlendingar fáa eisini nýtt havrannsóknarskip
Skipið, sum verður latið í vár, kostar 235 mió. kr.
Soleiðis sær nýggja grønlendska havrannsóknarskipið út
 
15.09.2020 - 14:52

Grønlendingar fáa nýtt havrannsóknarskip í vár. 

Skipið verður smíðað í Spania, og hevur nógva framkomna útgerð, so at granskarar sleppa niður á djúpri vatn at kanna og granska.

Skipið kann gera fleiri sløg av eftirlitstrolingum og granskingaruppgávum, enn verandi havrannsóknarskipið, Paamiut. 

Tað kann fiska við botntroli eftir rækju, kalva og toski, og við uppsjóvartroli eftir eitt nú makreli. 

Skipið hevur søkkkjøl og aukustiska útgerð til eitt nú lodnukanningar og aðrar uppsjóvarkanningar.

Havrannsóknarskipið er 61 metrar langt, og er eisini ísstyrkt.

Norska felagið, Skipsteknisk, hevur teknað skipið, og grønlendska sjálvstýrið og Aage V. Jensens Grunnarnir fíggja skipið, sum kostar 235 milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444