B36 hevur skrivað fótbóltssøgu

B36 hevur skrivað fótbóltssøgu
Eftir bæði longda spælitíð og brotssparkskapping hevur B36 spælt seg víðari í Evropa League fyri triðju ferð á rað og harvið skrivað fótbóltssøgu
Jákup á Borg og hansara menn hava nú vunnið tríggjar Evropa League dystir upp í slag.
Mynd: Savnsmynd  
 
16.09.2020 - 22:25

Eftir hendingarríkan dyst móti walisisku The New Saints hevur B36 nú vunnið tríggjar dystir á rað í Evropa League. Tað hevur onki annað lið í Føroyum megnað fyrr.

B36 legði seg á odda í øðrum minutti í seinna hálvleiki við máli frá Michal Przybylski, men gestirnir javnaðu til 1-1. Og so var neyðugt við longdari leiktíð.

Tað sá onki út hjá heimaliðnum, tá gestirnir løgdu seg framum, tá um 10 minuttir vóru eftir av longdu leiktíðini. Men við útjavnandi máli frá Stefan Radosavljevic var klárt til brotssparksskapping.

Ta kappingina vann B36, millum annað eftir at Rói Mørk Hentze bjargaði tveimum teimum seinastu skotunum frá The New Saints.

Og harvið er søga skrivað, tí B36 hevur sum tað fyrsta liðið í Føroyum vunnið tríggjar Evropa League dystir upp í slag.

Jákup á Borg, venjari hjá B36, sigur, at liðandin og tað, at spælararnir vilja stríðast fyri hvønnannan eru høvuðsorsøkin til, at avrikini eru so góð, og at liðið ongantíð gevur upp. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809