Eingin prístalsjavning, men pensjónin hækkar

Eingin prístalsjavning, men pensjónin hækkar
Fólkapensjónin hækkar 1. januar, og tá hava pensjónistar 1.080 krónur meira eftir um mánaðin, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum
 
01.10.2020 - 16:38

Hóast prístalsjavningin av almannaveitingum verður útsett eitt ár, til 1. januar í 2022, hækkar fólkapensjónin á nýggjárinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum.

Ein ógiftur fólkapensjonistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta, fer næsta ár at hava umleið 12.600 krónur um mánaðin eftir, tá skattur og gjøld eru goldin. Hjún fara at hava tilsamans umleið 22.000 krónur eftir um mánaðin.

Pensjónin hækkar, tí 500 krónur verða latnar í skattafrádrátti, og grundupphæddin hækkar 580 krónur.

Sostatt hækkar inntøkan hjá pensjónistum 1.080 krónur um mánaðin, og samstundis hækkar gjaldið úr Samhaldsfasta, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir verður gestur í Breddanum í útvarpinum klokkan 17.05 um ætlanina at útseta prístalsjavningina av almannaveitingum og um pensjónsviðurskifti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902