Handverkarar gjørt nýggjan sáttmála

Handverkarar gjørt nýggjan sáttmála
Lønarhækkingin verður í prosentum, og ólavsøkudagur verður frídagur.
Skrivað varð undir nýggja sáttmálan í dag. Hann er galdandi frá 1. oktober í ár til 1. oktober í 2022
 
15.10.2020 - 16:53

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hinumegin hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober ár til 1. oktober 2022.

Semjan ber í sær , at lønin hækkar 1,95 prosent 1. januar 2021, og 1,25 prosent 1. oktober 2021.

Semjan er á sama stigi sum semjan við arbeiðarafeløgini, ið varð gjørd í juni.

Eisini eru tillagingar gjørdar í sáttmálanum, skrivar Vinnuhúsið.

Eitt nú er ólavsøkudagur nú vorðin frídagur og lønarstigin er nú broyttur frá krónum til prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958