Læra at festa landsjørð

Læra at festa landsjørð
Mentamálaráðið og Búnaðarstovan skipa fyri skeiði tvey kvøld um vikuna
Skeiðið verður á Búnaðarstovuni, men møguleiki er eisini at fylgja undirvísingini á netinum
 
15.10.2020 - 16:14

Mentamálaráðið skipar í samstarvi við Búnaðarstovuna fyri yrkisskeiði í landbúnaði.

Skeiðið gevur rætt til at festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt.

Undirvísingin verður á Búnaðarstovuni í Kollafirði, og byrjar 27. oktober.  Undirvíst verður tvey kvøld um vikuna.

Fjarlestur

Skeiðið verður eisini skipað sum fjarlestur, so at tey, ið hava óhøgliga farleið, eru til skips ella uttanlands, kunnu fylgja undirvísingini á netinum, skrivar Búnaðarstovan, sum tó leggur dent á, at fjarlestrarmøguleikin er eitt eyka tilboð, ið ikki eigur at verða raðfest fram um undirvísingina í skúlastovuni.

Skeiðið er 220 undirvísingartímar í seks pørtum og ein skrivlig verkætlan. 

Hvør skeiðspartur  endar við próvtøku, og verkligar venjingar eru eisini.

Fólk, sum skulu taka skeiðið í sambandi við ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt, stendur m.a. á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni.

Evstamark at tekna seg er 23. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537