Meira innflutt og minni útflutt

Meira innflutt og minni útflutt
Innflutningurin er vaksin 335 milliónir kr., men útflutningurin er minkaður 400 milliónir
Innflutningurin er vaksin, men útflutningurin er minkaður, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni
Mynd: Faroe Ship  
 
16.10.2020 - 13:37

Innflutningurin er vaksin, og útflutningurin er minkaður.

Tað siga nýggjastu hagtølini, sum eru fyri tíðina til 1.september.

Innflutt er fyri 5,2 mia.kr., 335 mió. kr., ella sjey prosent, meira enn fyrstu átta mánaðirnar í fjør. Útflutningurin er minkaður tað sama sum innflutningurin er vaksin, sjey prosent.

Talan er um 400 mió. kr. sammett við 2019.

Minni toskur og laksur

Serliga toskur og laksur fylla minni í útflutingstølunum í ár. Men uppsjóvarfiskurin fyllir meira.

I innflutninginum er nógv minni olja, ein fjórðingur minni enn í fjør.

Bilar eru eisini færri í ár. Innflutningurin er sjey prosent minni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844