Jacinda Ardern vann valið

Jacinda Ardern vann valið
Nýsælandski Arbeiðaraflokkurin vann reinan meiriluta í tjóðartingsvalinum
Jacinda Ardern, nýsælandski forsætisráðharrin
 
17.10.2020 - 12:58

Nýsælandski forsætisráðharrin, Jacinda Ardern, og Arbeiðaraflokkurin hava í dag vunnið greiðan sigur í nýsælandska tjóðartingsvalinum.

Arbeiðaraflokkurin hevur fingið 49 prosent av atkvøðunum og 64 av 120 sessum í parlamentinum eftir at fleiri enn 97 prosent av atkvøðunum eru taldar.

Sostatt skrivar Arbeiðaraflokkurin eisini søgu sum fyrsti flokkurin nakrantíð, ið hevur vunnið reinan meiriluta í Ný Sælandi, síðan landið fekk eina nýggja valskipan í 1996.

Fagnaðurin stórur

Fagnaðurin var eisini stórur í valhølunum hjá nýsælendska arbeiðaraflokkinum, tá Jacinda Ardern kom á pallin, takkaði veljarunum og minti á týdningin av at standa saman hóast ósemjur.

Val eru sjáldan serliga góð til at sameina fólk, men tey nýtast ikki at skilja fólk sundur. Og í krepputíðum trúgvi eg, at Ný Sæland hevur víst hetta. Tí sigi eg enn einaferð takk, segði Jacinda Ardern til stóran fagnað.

Næsti avbjóðarin, the National Party, fær 26,9 prosent av atkvøðunum og 35 sessir. Flokkarnir ACT New Zealand og Grøni flokkurin fáa hvør 10 sessir í tinginum, meðan Maori-flokkurin fær tann síðsta sessin.

Upprunaliga skuldi tjóðartingsval vera í september, men bleiv valið útsett ein mánað vegna koronustøðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860