Ov fá stilla upp í Hovi

bannari
Ov fá stilla upp í Hovi
Valnevndin fer at umrøða støðuna í kvøld
Valnevndin í Hovi hevur fund í kvøld, tí ov fá valevni eru til kommunuvalið
 
22.10.2020 - 16:42

Í Hovi hava bert trý fólk stillað upp til kommunuvalið, men tað er ov lítið, tí neyðugt er við eykafólkum eisini.

Tí fer valnevndin at umrøða støðuna á fundi í kvøld, sigur forkvinnan í valnevndini, Eydna Danielsen. Hon sigur seg ikki vera vísa í, hvussu nógv fólk skulu vera á listanum aftrat, men tey mugu í minsta lagi vera tvey, so fimm fólk vera at velja ímillum.

Og hon væntar at fáa tvey fólk at stilla upp aftrat, men einki verður avgjørt, fyrr enn valnevndin hevur havt fund í kvøld.

Tey trý sum hava stillað upp, eru Bergljót Ludvig, sum er varaborgarstjóri nú, og Jón Midjord, sum er limur í bygdarráðnum. Saman við teimum er Delmar Tausen á listanum. Delmar hevur drúgvar royndir í kommunalpolitikki í Hovi, og hevur verið borgarstjóri í fleiri umførum. Hann hevur seinastu árini ikki havt sæti í bygdaráðnum.

Núverandi borgarstjórin í Hovi, Jónsvein Hovgaard, hevur sitið fýra skeið í bygdaráðnum í Hovi, og hann hevur gjørt av, ikki at stilla upp aftur.

Hann sigur, at nú eru fimm bygdaráðslimir í Hovi, men á nýggjárinum fór fólkatalið niður um 100, og tí skulu bert tríggir limir veljast í bygdarráðið hesaferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902