Løgreglan leitar eftir vitnum

Løgreglan leitar eftir vitnum
Løgreglan leitar eftir vitnum eftir ein harðskapstilburð, sum fór fram í miðbýnum í Havn fyrranáttina
Løgreglan leitar eftir vitnum, sum harðskapsmálið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
25.10.2020 - 09:55

Tað var um trý tíðina leygarmorgunin, at løgreglan fekk boð um ein mann, sum skal hava verið fyri harðskapi í miðbýnum í Havn.

Vitni, sum løgreglan hevur tosað við, siga, at maðurin varð sparkaður í andlitið, ímeðan hann lá avdottin í Steinatúni.

Skaða í andlit

Maðurin, sum er í 20-unum, hevur fingið skaða í andlitið og hevur tað annars toluligt eftir umstøðunum eftir álopið.

Vitni siga seg hava sæð mannin blíva sparkaðan, men umframt tað, veit løgreglan ikki nógv um harðskapstilburðin fyrranáttina.

Løgreglan hevur tískil heldur ikki nakra lýsing av teimum trimum monnunum, sum vitnu siga seg hava sæð sparka mannin.

Løgreglan vil tí fegin frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð okkurt, ið kann hava týdning fyri at loysa málið, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815