Leingja undantøkini eitt samdøgur aftrat

Leingja undantøkini eitt samdøgur aftrat
Einki samband hevur verið millum partarnar, síðani semingsmenninir góvust við semingsroyndini í gjár
Undantøkini í sjúkrahúsverkinum eru longd eitt samdøgur aftrat
 
05.11.2020 - 11:38

Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur longt undantøkini, til klokkan trý seinnapartin í morgin.

Tað er tað einasta, sum Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, fæst at siga. Hon vil ikki greiða nærri frá avgerðini í løtuni.

Seinnapartin í gjár góvust semingsmenninir at fáa sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum at semjast um nýggjan sáttmála.

Semingsstovnurin ger ikki meira, uttan so at partarnir heita á Semingsstovnin um at koma upp í aftur samráðingarnar, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Ikki grundarlag at halda fram

Hann vildi ikki nágreina orsøkina til at teir góvust, men segði, at tveir partar skulu til fyri at semjast.

Semingsmenninir góvu pørtunum ymsar orðingar í einum møguligum sáttmála týskvøldið, sum partarnir skuldu svara á middegi í gjár.

Men svarið ella svarini góvu ikki grundarlag fyri at leggja nakað semingsuppskot fram, og tí góvust semingsmenninir við royndunum at finna semju millum Lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnar.

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, sigur, at einki broytt síðani í gjár. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í dag, at teir einki hava hoyrt frá pørtunum síðani í gjár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815