Húsavíkar kommuna minnir løgtingið á brimskaðan

Húsavíkar kommuna minnir løgtingið á brimskaðan
Kommunan hevur longu brúkt eina millión krónur til bráðneyðugar umvælingar í Húsavík
Húsavíkar kommuna hevur longu brúkt eina millión krónur til bráðneyðugar umvælingar í Húsavík
 
18.11.2020 - 08:55

Húsavíkar kommuna hevur mint á skrivið til løgtingsfólk og landsstýrisfólk, sum hon sendi fyrst í juni, um skaðarnar, sum uppgangur gjørdi í Húsavík og í Dali.

Bygdarráðið hevur biðið Fíggjarnevndina, sum viðger uppskotið um fíggjarlóg fyri 2021, um vælvild.

Skaðan, sum lendingin og brimverjan í Dali fingu í 2017, hevur Landsverk mett at kosta níggju milliónir krónur at umvæla.

Ein millión brúkt

Húsavíkar kommuna hevur longu brúkt eina millión krónur til bráðneyðugar umvælingar í Húsavík.  

Álíkningin hjá kommununi er tríggjar milliónir krónur.

Kommunan hevur bundið seg til at fáa sóttreinsað vatn og gera kloakk.

Sí samrøðu við fráfarandi borgarstjóran í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen, sum varð gjørd kommunuvalkvøldið, her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216