Ongar myllur fyrr enn í 2022

Ongar myllur fyrr enn í 2022
Millum annað eitt byggiloyvi seinkar ætlanini, at seta upp vindmyllur á Eiði
 
20.11.2020 - 12:06

Tað verður í fyrsta lagi í 2022, at myllurnar, sum SEV ætlar at seta upp omanfyri Eiði, koma. Øll loyvi eru ikki fingin enn, millum annað byggiloyvið frá Eiðis kommunu.

Og nú er ov seint at fara undir at fyrireika eina verkætlan, sum skal fremjast næsta ár, sigur Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV.

 >> SÍ EISINI Kæra frá Fuglafrøðifelagnum burturvíst

Byggiloyvið er ikki avgreitt enn, tí bygdaráðið vil fyrst hava undirskrivaðan sáttmála millum hagastýrið, sum skal leiga SEV lendi til myllurnar, og SEV, sigur Hans Jákup Drangastein Johansen, varaborgarstjóri.

SEV vann fyri einum góðum ári síðani útboðið um vindorku á Eiði. Tær sjey vindmyllurnar í  hjá Sev í Porkeri eru komnar upp og verða tiknar í brúk í desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
194845 - teknmálstulkað
194872
Mikudag 23. juli
194550 - teknmálstulkað
194868
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844