Tvey fólk flutt á Landssjúkrahúsið

Tvey fólk flutt á Landssjúkrahúsið
Ein bilur koyrdi upp í ein annan á Norðara ringvegi í morgun
 
26.11.2020 - 09:28

Eitt ferðsluóhapp hendi á Norðara ringvegi um áttatíðina í morgun. Ein bilur koyrdi upp í ein annan bil.

Tey, sum vóru í aftara bilunum, eitt vaksið fólk og eitt barn, vórðu send á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Aftari bilurin fekk stóran skaða. Pláturnar vórðu tiknar av honum. Fremri bilurin, sum var størri enn tann aftari, fekk ikki nevnaverdan skaða, upplýsir politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Nýggjastu sendingar í SV