Barnabati fingið 270 umsóknir um jólahjálp

Barnabati fingið 270 umsóknir um jólahjálp
Væntandi koma nakrar umsóknir aftrat í dag
Djóni Eidesgaard er aðalskrivari í Barnabata
 
09.12.2020 - 10:35

Tá frestin at søkja fór í gjárkvøldið, hevði Barnabati fingið 270 umsóknir um jólahjálp. 

Men nakrar koma ivaleyst afturat í dag.

220 umsóknir komu í fjør.

Fleiri pengar í ár

Barnabati hevur fleiri pengar at geva í ár enn hini árini. Vanliga hevur Barnabati 500.000 til 600.000 kr. at lata í jólahjálp.

Men í ár gav konsertin, sum var í Sjónvarpinum sunnukvøldið, yvir 500.000 kr.

Haraftuat hevur Barnabati fingið 200.000 kr. úr Jólamerkjagrunninum, 100.000 kr. frá Kiwanis, og Reyði krossur hevur játtað 1.000 krónur fyri hvørja umsókn. Higartil gevur tað 270.000 kr.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV