Fleiri rútar brotnaðir á Erlu Kongsdóttir

Fleiri rútar brotnaðir á Erlu Kongsdóttir
Nýggjasta skipið hjá Strandferðsluni er júst komið á Havnina við fleiri brotnum rútum á túrinum úr Nólsoy
Fleiri rútar eru farnir inn á Erlu Kongsdóttir fyri lítlari løtu síðani
Mynd: Privatmynd  
 
11.12.2020 - 11:06

Tveir rútar brotnaðu av ristingum og stoytum, tá Erla Kongsdóttir var á veg úr Nólsoy á Havnina stutt fyri klokkan 11 í morgun.

– Fyrst hoyrdist eitt løgið ljóð, og tá rútarnir brotnaðu, minti tað um ein brest ella eitt skot, sigur Anne Mette Greve Klemensen, sum var við á túrinum um fjørðin.

video_1607685185

Fyrst ljóðaði, at skipið hevði fingið ein sjógv á fjørðinum. Skiparin á Erlu Kongsdóttir segði við Kringvarpið stutt fyri klokkan hálvgum tólv, at rútarnir fóru inn av ristingunum og stoytum.

10 ferðafólk vóru við á túrinum. Erla Kongsdóttir var nær Havnini, tá rútarnir á skipinum fóru inn. Tað eru bara fýra dagar síðani, at skipið varð doypt og varð sett í sigling.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391