Atlantsflog flytur umleið 4.000 ferðafólk til jóla

Atlantsflog flytur umleið 4.000 ferðafólk til jóla
Felagið ger 30 flogferðir, og flestu ferðafólkini koma úr Danmark
Nú byrjar jólaflúgvingin hjá Atlantsflogi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.12.2020 - 09:28

Tilsamans 3.831 ferðafólk koma við flogførum hjá Atlantsflogi til Føroya hetta til tollaksmessudag, sum er seinasti dagurin, flogið verður fyri jól.

Atlantsflog ger 30 túrar, og so at siga øll ferðafólkini koma úr Danmark, upplýsir flogfelagið.

Atlantic Airways flýgur kortini ein túr til Íslands eftir føroyingum, sum vilja heim til Føroya at halda jól.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065