Meirilutin: Landsstýrismaðurin fær ov stórt vald

Meirilutin: Landsstýrismaðurin fær ov stórt vald
Vinnunevndin hevur lagt fram álit til uppskotið um broytingar í lógini um sjófeingi
Andstøðan í Vinnunevndin heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær ov stórt vald, um hann einsamallur sleppur at áseta fiskidagarnar. Samgongan í nevndin tekur undir við uppskotinum
 
15.12.2020 - 11:34

Andstøðan heldur ikki, at landsstýrismaðurin einsamallur skal áseta fiskidagarnar.

Meirilutin í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer, Bjarni Kárason Petersen og Henrik Old, sigur, at sambært uppskotinum hjá Jacob Vestergaard um broytingar í sjófeingsilógini, verða grundleggjandi heimildir fluttar frá lóggevandi valdinum, løgtinginum, yvir á útinnandi valdið, so landsstýrismaðurin fær nærum fríar hendur til at skipa allan fiskiskap.

Álitið frá Vinnunevndini kom í gjár.

Samgongan tekur undir við málinum

Minnilutin í nevndini, Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen, tekur undir við uppskotinum.

Men minnilutin vil tó ikki loyva landsstýrismanninum at strika markið millum innaru fiskidagaleið og ytru fiskidagaleið í lógini, og flyta tað til landsstýrismannin at umsita í kunngerð. 

Meginfelag útróðrarmanna sigur, at fiskidagatalið hjá bólki 4 minkar 30 prosent, tá umsitingarætlanin, sum varð gjørd í mai í fjør, kemur í gildi 1.januar 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844