KvF sendir úr Eysturoyartunlinum í morgin

KvF sendir úr Eysturoyartunlinum í morgin
Sent verður frá hátíðarhaldinum, bæði í útvarpi og sjónvarpi, og sendingin byrjar klokkan 10.30
Á middegi morgin verður koyrandi í Eysturoyartunlinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2020 - 15:16

Kringvarpið fer at senda beinleiðis frá hátíðarhaldinum við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum í morgin, tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu.

Sent verður bæði í útvarpi og sjónvarpi, og byrjað verður klokkan 10.30. 

Hátíðarhaldið, sum er fyri innbodnum, byrjar klokkan 11.

Har verða røður og hornblástur. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, klippir snórin, og á middegi - klokkan 12 - verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu.

Kringvarpið sendir frá hátíðarhaldinum, og vit hava eisini fólk við tunnilsmunnarnar á Hvítanesi og í Rókini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858