Brexit-handilsavtala kanska klár í dag

Brexit-handilsavtala kanska klár í dag
Nýggj handils- og trygdarsemja kunngjørd millum Bretland og ES, sum skal koma í gildið, tá skiftistíðin hjá Bretlandi endar, kanska klár í dag
 
24.12.2020 - 14:02

Útlendskir miðlar skrivar, at Bretland hevur gjørt handilssemjur við fleiri lond, sum koma í gildi, tá Bretland endaliga fer úr ES.  Millum londini eru Mexico og Japan. Harafturat er Bretland í samráðingum við fleiri onnur lond so sum USA og Avstralia.

Kemur eingin semja í lag við ES, verður stórur tollur lagdur á vørur í handilin millum londini frá fyrsta januar. Sum skilst, fer Bretland úr evropiska dómstólinum, og partarnir eru samdir um eina aðra skipan, har ósemjurnar millum partarnar kunnu loysast uttanfyri ES lóggávu.

Nýggj fiskiveiðiavtala skal gerast og næstu fimm árini skal Bretland fáa størri ræði á egnum sjóøki. Fleiri fiskivinnulond í ES hava stúrt fyri avleiðingini av Brexit, tí vandi er fyri, at tey missa rættin at fiska í bretskum sjóøki. Alt bendir tó á, at lond sum Spania, Portugal og Danmark framhaldandi sleppa at fiska í bretskum øki, men tó verður nøgdin skerd.

Bretskir miðlar vænta, at Boris Johnson fer at hava tíðindafund í dag, har hann fer at siga, at partarnar hava gjørt semju.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216