120 fólk koppsett fyri koronu

120 fólk koppsett fyri koronu
Tilsamans eru 120 fólk nú koppsett fyri Covid-19 í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.12.2020 - 12:30

Tilsamans eru 120 fólk nú koppsett fyri covid-19 í Føroyum. 

Í gjár vóru fyrstu fólkini her á landi koppsett. Talan er um 55 fólk í Havn, 41 fólk í Klaksvík og 24 fólk í Suðuroy.

Tummas í Garði, varasjúkrahússtjóri á landssjúkrahúsinum, sigur við útvarpið í dag, at summi av teimum koppsettu hava upplivað nakað av eymleika, har tey vórðu prikað, men eingi álvarslig hjáárin eru komin fyri.

Nakað av iva hevur verið um nær næsta sending av koppingarevnið fór at koma. Nú er vissa funnin um, at ein nýggj sending av koppingarevni kemur í viku tvey, og tí fer man í komandi viku undir at koppseta við restini av skamtunum frá undanfarnu sending.

Mánadagin 4. januar verður hildið fram at koppseta starvsfólk í sjúkrahúsverkinum. Eftirfylgjandi verða starvsfólk á ellis- og røktarheimum koppsett, og síðani búfólkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162