Gistingarnar minkaðu ein triðing í november

Gistingarnar minkaðu ein triðing í november
Stór afturgongd hevur verið í útlendskum gistingum, men fleiri føroyingar gistu
Koronufarsóttin ávirkar framvegis gistingarhúsvinnuna, vísa nýggj hagtøl frá Hagstovuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.01.2021 - 09:09

Koronufarsóttin ávirkar framvegis gistingarhúsvinnuna.

Í november í fjør vóru 6.600 gistingar, 3.323 færri enn somu tíð árið fyri. Afturgongdin er 30 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tað er serliga uttan fyri Havnina, at færri gistingar hava verið.

Meðan færri útlendsk ferðafólk gistu í Føroyum í november, gistu fleiri føroyingar.

Tilsamans gistu 3.640 føroyingar á gistingarhúsunum, 709 fleiri enn árið fyri. 

Útlendsku gistingarnar minkaðu tríggjar fjórðingar.

Les meira um gistingar her.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Nýggjastu sendingar í SV