Mentanarvirðislønir landsins í myndum

13.01.2021 - 23:33
Mentan
Mentanarvirðislønir landsins í myndum
Mentanarvirðislønir landsins vórðu handaðar í Løkshøll í Runavík. Myndamaður KVFs, Bjarni Árting Rubeksen, var á staðnum
Birita Adela, operasangari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Mentanarvirðisløn Landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Virðislønin er 150.000 krónur. 

Heiðursgáva Landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgávan er 75.000 krónur.

Triðja virðislønin er serstaka virðislønin, sum kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Serstaka virðislønin er 50.000 krónur.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Birita Poulsen, operasangarinna, fekk serstøku heiðursgávu landsins. 

Jens Andreassen  bar Biritu Poulsen eina heiðursrøðu.

Birita Poulsen framførir til handanina av mentanarvirðislønir landsins.

Enekk framførdi til handanina.

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, fekk heiðursgávu landsins.

Eyðun Eliassen helt heiðursrøðuna fyri Ósbirni Jacobsen. 

Birita Adela, operasangari, og Jóhannes Andreasen, klaver, framførdu til handanina

Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, fekk Mentanarvirðisløn landsins 2021

Karina Lykke Grand helt heiðursrøðuna fyri Sigrun Gunnarsdóttir

Sigrun Gunnarsdóttir og maðurin Tordur Niclasen

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. januar
Breddin
119514
Mikudag 27. januar
Nón 27. januar 2021
119510
Mikudag 27. januar
Góðan morgun Føroyar 27.01.2021
119494
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. januar
Verkir (1:3)
119530
Týsdag 26. januar
Jørðin II 2 - Fjøll
119465
Mánadag 25. januar
3-2
119421
Sunnudag 24. januar
Andakt við Frank Jacobsen
119359