Býarlívið letur uppaftur

bannari
Býarlívið letur uppaftur
Matstovur og skeinkistøð sleppa í næstu viku aftur at hava opið sum vant
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.01.2021 - 12:18

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, við in.fo. Í løtuni skulu matstovur og skeinkistøð lata aftur klokkan 22, og tað er galdandi til sunnukvøldið. 

Men Helgi Abrahamsen sigur við in.fo, at tiltøkini ímóti matstovum og skeinkistøðum í Føroyum ikki verða longd, og sostatt fara tey úr gildið sunnukvøldið sum ætlað.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum ger vart við, at hesar seinastu dagarnar er lítil og eingin smitta staðfest her á landi. Tí er eingin orsøk at lata krøvini til matstovur og skeinkistøð standa við, sigur Helgi Abrahamsen við in.fo

Spurdur um álvarsligu smittustøðuna í Danmark, har nýggi enska frábrigdi av koronu ger um seg, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, at landsstýrið ikki ætlar at seta tiltøk í verk í Føroyum, bara tí at koronusmittan ger um seg í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740